Góði veljari

Eg bjóði meg fram sum valevni fyri javnaðarflokkin til hetta løgtingsval.  Eg ætli mær at leggja alla orku í at arbeiða fyri einum sterkum búskapi, sum kann vera støðið undir einum tryggum vælferðarpolitikki. Vit eiga altíð at meta dygdina í samfelagnum eftir umstøðunum hjá teimum veikastu.

Tí eitt samfelag, har  tey veiku hava tað gott, er eitt gott samfelag.

Javnaðarflokkurin fer til val upp á eina nýggja  jarðbundna og  solidariska skattaskipan, ið viðurkennir, at vælferðin skal fíggjast av okkum øllum í felag. Ein skattaskipan, sum er bæði  lættari og rættari. Vit hava fingið nóg mikið av teimum skatta- og búskaparskipanum, sum hava  rent flestu búskapir í heiminum um koll, og sum tað framvegis eru flokkar í Føroyum, sum trúgva upp á.

Vit skulu skapa vøkstur, nýggj arbeiðspláss, samhaldsfesti  og trivnað.  Vit hava eina sterka mentan, sum vit skulu tora at líta á. Og vit skulu altíð stremba eftir einum sjálvberandi búskapi.

Tí eitt samfelag, sum strembar eftir sjálvbjargni , er eitt sterkt samfelag.

Á hesari heimasíðu greiði eg frá ymsum málum, sum vit hava avrikað í farna valskeiði , og frá málum sum eg fari at virka fyri í komandi valskeiði.

Eg vil ógvuliga fegin hoyra tíni sjónarmið og svara tínum spurningum. Um tú fert inn á “Spyr Helenu” og skrivar ein spurning ella eitt sjónarmið, so skal eg gera mítt besta at svara.

Blíðar heilsanir,

Helena Dam á Neystabø

Fríggjadagur 28. oktober 2011 • 07:38:05 [ les meira ... ]

Takk fyri gott samstarv

Vit rukku nógvum málum – nú ræður um at halda kós!

Mánadagur 10. oktober 2011 • 20:04:02 [ les meira ... ]

12 mánaða lestrarstuðul til lesandi í Føroyum

Javnaðarflokkurin veit, at tað er trupult at fáa endarnar at røkka saman sum lesandi í Føroyum. Tí skulu vit bøta um liviumstøður teirra lesandi.

Fríggjadagur 7. oktober 2011 • 08:41:55 [ les meira ... ]

Vit hava gjørt fólkaskúlan betri!

Ein sterkur fólkaskúli er fyritreytin fyri javnstøðu og javnrættindum. Ein veikur fólkaskúli skapar gróðrarlíkindi fyri mismuni og mistrivnaði.